Fyrst í vikuni var 44 ára gamli poppsangarin Terji Rasmussen hjá lækna í Havn. Ørindini vóru at biðja læknan skipa fyri, at hann kundi verða steriliseraður.
- Eg eri stoltur av at eiga 5 deilig børn, men tú er nóg mikið, og tí ætli eg mær at steriliserast, sigur Terji Rasmussen.
Men læknavitjanin spældi ikki soleiðis av, sum Terji hevði ímyndað sær.
Í staðin fyri at fáa øll viðurskifti upp á pláss, fekk hann ein bíligan látur og eitt umsóknarblað heim við sær.
Og so setti Terji seg við telduna og skrivaði til allar sínar Facebook-vinir:
Var hjá lækna í dag fyri at sleppa at verða steriliseraður, men fyrst skal steriliseringsnevndin taka avgerð um eg sleppi. Steriliseringsnevnd!? Hvør segði persónligt frælsi? Síggi tað fyri mær. Ja, í dag skulu vit so viðgera umsókn frá Terja. Hvør stemmar fyri?
Og viðmerkingarnar streymaðu inn til Terja. Fólk søgdu sína hugsan, skemtaðu sær og góvu honum frískar viðmerkingar. Og Terji, ja, hann dugdi sjálvandi at svara fyri seg – væl og virðiliga!
Komisk støða
Læknin greiddi Terja frá, at um hann skuldi steriliserast, so skal hann senda umsókn til Sterilisatiónsnevndina, sum er mannað við fimm fólkum. Tey skulu síðani siga gott fyri sterilisatiónini.
Í umsóknini skal Terji Rasmussen greiða frá, um hann er giftur, hvussu nógv børn hann eigur, aldurin á teimum, hvussu gamal hann og makin eru, og hann skal eisini grundgeva fyri, hví hann skal steriliserast.
- Tað er milt sagt komiskt, at ein nevnd skal taka støðu til, um eg skal steriliserast. Tað mátti verið nóg mikið, at eg og læknin hjá mær tóku støðu til tað, sigur Terji Rasmussen.
Hann ætlar sær at senda umsókn til Sterilisatiónsnevndina, og hann sær fyri sær, at tað kann blíva ein komisk viðgerð í nevndini.
- So fara tey at sita har við umsóknunum. “Tann næsti er Terji Rasmussen”, og so skulu tey viðgera mína umsókn. Tosa um grundgevingarnar, sum eg havi skrivað, og taka eina niðurstøðu. Ein hægri myndugleiki skal gera av, um eg sleppi at steriliserast. Tað er ótrúligt.
- Vónandi fái eg ikki eitt nei, nú tað er blivið so nógv hóvasták burtur úr míni umsókn, sigur Terji skemtandi.