Steph Curry, sum spælir við Golden State Warriors í amerikanskum kurvabólti, er sum tann fyrsti nakrantíð valdur til týdningarmesta spælara í NBA við fullum atkvøðutali.
28 ára gamli Steph Curry varð valdur til MVP, ein stytting fyri Most Valuable Player, ið er týdningarmesti spælari í NBA, har allir 130 atkvøðurnar høvdu hann sum fyrstaval. Tað er ongantíð hent fyrr.
Hetta er annað árið upp i slag, at Lionel Messi í kurvabólti er kosin til MVP. Tað eru bara stórir spælarar sum Magic Johnson, Michael Jordan og Steve Nash, ið fyrr hava klárað tað. Steph Curry hjálpti Golden State Warriors at vinna grundspælið við 73 sigrum, sum eisini er met.