Havnamenn eru skjótir og kreativir, verður staðfest á facebook í ringa veðrinum í kvøld.
Á Tinghúsvøllinum er standmyndin av Effersøe ikki at hóma, men ístaðin ein kavafigurur, ið stendur so stinnur, nú veðrið leikar í.
Effersøe hevur mangan brattan farið hesi mongu árini á Tinghúsvøllinum, men í løtuni er hann væl vardur, klæddur í kava. Tað má so standa upp til hvønn einstakan, hvørt einum dámar búnan.
Nýggja standmyndin stendur í hvussu er, - hóast talan er um løtumynd, til harða frostið bráðnar, tá sólstrálur aftur kína, og heitari lot koma framvið á Vaglinum.
(Mynd; B. Sondum)










