Tað stendur ongastaðni, at bummgjaldið í Vágatunlinum skal strikast, tá ið lánið í tunlinum er goldið.
Tað staðfestur Óla Jákup Kristoffersen, løgfrøðingur.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur kært Henrik Old, landsstýrismann í innlendismálum, fyri landsstýrismálanevndini.
Løgtingsmaðurin sigur, at Henrik Old hevur brotið lógina, tí hann ikki vil strika bummgjaldið í Vágatunlinum, hóast lánið er goldið.
Fyri at styrkja sítt páhald, hevur hann fingið Jógvan Elias Winther Poulsen, løgfrøðing, at meta um málið og hansara niðurstøða er, at bummgjaldið eigur at vera strikað, tá ið lánið er goldið.
Men nú Henrik Old skal verja seg fyri ákæruni, hevur hann fingið ein annan løgfrøðing, Óla Jákup Kristoffersen, til eisini at siga sína hugsan um málið. Og hann kemur til mestsum akkurat tað øvugtu niðurstøðuna, nevniliga, at ætlanin hevur verið, at bummgjaldið skal halda fram, hóast lánið er goldið.
Hann sigur, at tað stendur ongastaðni, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, at Landið skal yvirtaka tunnilin, tá ið lánið er goldið.
Tunnilin skal latast landinum og bummgjaldið skal takast av, tá ið útveganarkostnaðurin er goldin.
Men Óla Jákup Kristoffersen sigur, at lánið er bara ein partur av útveganarkostnaðinum, tí ein stórur partur er partapeningur.
Hinvegin stendur tað heldur ongastaðni, at tunnilin ikki kann latast landinum, áðrenn partapenigurin er goldin.
Tí er ringt at siga, nær ætlanin hevur verið, at tunnilin skal latast landinum, sigur hann.
Men løgfrøðingurin sigur, at hann hevur hugt eftir samahanginum í lógini um undirsjóvartunlarnar, og hann hevur lisið viðmerkingarnar til lógirnar. Hann hevur eisini hugt eftir líknandi ásetingum í Danmark, sum kunnu samanberast við hetta.
Og eftir tí er onki, sum bendir á, at lógin skal tulkast so snævurt sum tað, at landið skal yvirtaka tunnilin, tá ið lánið er goldið, er niðurstøðan hjá Óla Jákup Kristoffersen.
Tvørtur ímóti heldur hann, at ætlanin hevur verið, at tunnilin skal handast landinum seinni enn tað. Men hinvegin er ringt at síggja, nær tað skal vera, leggur hann afturat.
Men hansara boð er, at tað kann vera, tá ið allur partapeningurin er goldin og hann givið eitt rímiligt avkast.