Tað stendur á jøvnum í spurninginum um fullveldið. Tað vísir ein veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin og Sjónvarpið.
Kanningin vísir, at knappliga 46 prosent taka undir við, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldi, eftir leistinum, sum samgongan arbeiðir eftir, meðan knappliga 45 prosent av veljarunum eru ímóti. Góð níggju prosent av veljarunum hava enn ikki tikið støðu.
Meira kjøt á
John Mortensen, sum hevur staðið fyri at gera veljarakanningina metir orsøkina til undirtøkuna vera at fólk nú veit meira um hvat býr í uppskotinum hjá samgonguni.
? Fyri einum góðum ári síðani var ein veljarakanning gjørd, har spurt varð um fullveldi, men tá tóku bara 27 prosent undir við tí uppskotinum, sigur hann.
Nú er hetta talið hækkað til knappliga 46 prosent.
? Til dømis tað, at vit framhaldandi skulu hava felags kong er viðvirkandi til, at fólk taka undir við fullveldismálinum nú meiri enn fyrr.
Búskapurin ávirkar
Annars er John ivaleysur í, at búskaparliga støðan í Føroyum hevur stóra ávirkan á undirtøkuna fyri fullveldismálinum.
? Í 1993 varð gjørd ein kanning, sum vísti, at bara tíggju prosent tóku undir við loysing, sum tað tá varð kallað og tá vóru fólk bangin um at vit ikki fóru at klára okkum, sigur John Mortensen.
Nú er búskaparliga støðan í Føroyum munandi batnað og tað ávirkar eisini viljan hjá føroyinginum at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum, heldur John.
? Tað síggja vit eisini, um vit hyggja at hvussu fólk svara upp á spurningin um ríkisveitingina. Har stendur eisini á jøvnum. Umleið helmingurin heldur, at ríkisveitingin við tíðini eigur at vera tikin burtur, sigur John Mortensen.
Onnur skipan
Ein onnur áhugaverd niðurstøða í veljarakanningini er, at meiri enn helmingurin av teimum spurdu halda, at tað ber til, at gera eina nýggja skipan innanfyri ríkisfelagsskapin.
Her er nakað, sum bendir á, at Javnaðarflokkurin hevur verið heppin við sínum taktikki.
Flokkurin heldur fast við, at teir ikki vilja úr ríkisfelagsskapinum og at teir heldur vilja hava eina nýggja skipan innanfyri ríkisfelagsskapin.
Knappliga 54 prosent av teimum spurdu siga, at tey halda at tað ber til, meðan góð 32 prosent ikki vænta at tað ber til.
Og hetta heldur John eisini verða orsøkina til stóru framgongdina hjá Javnaðarflokkinum í sjálvari veljarakanningini, sum er viðgjørd aðrastaðni í blaðnum.
Fleiri vilja
leggja rygg til
Eisini vórðu veljararnir spurdir um tey væntað, at burturfallið av ríkisveitingini fer at hava við sær fall í livistøðinum.
Upp á henda spurning svaraði sjeyndi hvør, at tað mettu tey.
Tað, sum fyri samgonguna er áhugavert í hesum føri er, at næstan fjórði hvør vil leggja rygg til eitt fall í livistøðinum.
? Tað er lutfalsliga nógv og sera áhugavert, sigur John Mortensen.
? Hóast tað enn er meiriluti, sum ikki góðtekur, at livistøðið lækkar, so gerast tey, sum vilja leggja rygg til falli alsamt fleiri, leggur John afturat.
John sigur, at tað sum efit øllum at døma liggur aftanfyri er nokk tað, at fólk vænta at livistøðið bara fellur fyribils.
? Eg kann hugsa mær, at fólk vilja góðtaka eitt fyribils fall, men tey rokna ikki við, at fallið verður varandi. Tey rokna við, at tað sum verður mist í fyrsta umfari, kemur aftur seinni.
Samráðingarúrslitið flytir atkvøður
Í dag verður so hol sett á samráðingarnar. Mannsterkir eru føroyingar farnir til samráðingar og um alt gongur, sum landsstýrið ætlar, so skal eitt úrslit vera greitt áðrenn summarfrítíðina.
Vit spurdu John, um hann væntar, at eitt »gott« samráðingarúrslit fer at flyta atkvøður til fullveldi, ella um tað ikki fer at ávirka.
? Ganga samráðingarnar væl og eitt nú skiftistíðin verður lagalig, so er ikki óhugsandi, at fleiri fara at taka undir við uppskotinum hjá samgonguni. Sum eg segði í áðni, so hevur búskapurin sera nógv at siga í hesum málinum og tí vænti eg, at ein long skiftistíð fer at geva størri undirtøku, sigur John Mortensen.