Tað er rættiliga stórur áhugi fyri at sleppa at arbeiða á nýggja uppsjóvarvirkinum, Pelagos, í Fuglafirði.
Fríðin Ziskason, sum hevur við starvsfólkaviðurskifti at gera, sigur tey hava fingið einar 140 umsóknir frá fólki, sum vilja sleppa at arbeiða á virkinum.
Fyri tveimum vikum síðani sá ikki so bjart út, tí tá manglaði tey umsóknir.
- Vit hava ikki fingið nóg mikið av arbeiðsfólki til at vit kunnu fara undir virksemi á virkinum, soleiðis, sum vit høvdu ætlað, segði hann við Rás2 tann 11. juli Men síðani er vent í holuni og nú koma komnar umsóknirnar bóltandi.
- Vit hava nú fingið einar 140 umsóknir frá fólki, sum vilja sleppa at arbeiða á virkinum og tá hava vit ikki troytt ALS skipanina, sigur Fríðin Ziskason. Hann sigur, at sum tað sær út nú, fer tað neyvan at standa á at manna virkið. Størvini verða sett um mánaðarskiftið.
Brúk verður fyri einum 80 fólkum í framleiðsluni á virkinum. Arbeitt verður í tveimum vaktum á 12 tímar, sjey dagar um vikuna og sostatt verða eini 40 fólk á hvørjari vakt.
Stjórin á virkinum, Jóhan Páll Joensen, sigur, at virkið fer at standa stilt ávísa tíð á árinum, men endamálið er, at starvsfólki skal hava eina hampiliga ársløn, hóast virkið stendur stilt eina tíð. Tað merkir, at tað er rættiliga nógv arbeiðið, tá ið vertíðin er. Jóhan Páll Joensen sigur, at tey fara tey at leggja dent á at fólk skulu fáa eina hampiliga løn, tí hann sigur, at tey fara at miðja eftir at hava støðuføst arbeiðsfólk.
|