<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sáttmálasamráðingarnar
Tað stendur heilt í botni í sáttmálasamráðingunum um teir 250 limirnar, sum Starvsmannafelagið hevur hjá Føroya Tele.
Sáttmálin gekk út 1. mars og Gunnlevir Dalsgarð sigur, at samráðingarnar ímillum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag um nýggjan sáttmála fyri fólkið á Føroya- Tele, hava verið í góðum og jaligum anda.
Men tað var bara til partarnir fóru at tosa um løn, tí tá stóð fast.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tvíhildið um, at lønin skal ikki hækka meiri enn í øðrum sáttmálum.
- Men hetta kemur ikki uppá tal, staðfesatir hann.
Hann sigur, at tað er eitt krav hjá Starvsmannafelagnum, at eftirlønarspurningin verður loystur hesuferð.
Afturfyri er Starvsmannafelagið sinnað at gera longri sáttmála.
Men ein longri sáttmáli kostar sjálvsagt eisini eyka, leggur hann afturat.