Stendur í botni í Klaksvík

Móti arvafíggindanum fær KÍ onga lætta uppgávu. Men við ongum stigi á kontini er treytaleysa kravið, at spælararnir hesa ferð geva seg í minsta lagi 100%

Fótbóltur

 

Tað var ein stór strika í rokningini, tá KÍ fyri viku síðani tapti landskappingardyst inni á Skála. Tvey tap á útivølli móti EB/Streymi í lands- og steypakapping vóru sum so til at liva við, men móti Skála vóru trý stig avgjørt við í roknistykkinum í Klaksvík.

Tað eru tey ikki í sama mun, nú HB kemur á vitjan, men avrikið seinast ber heilt víst við sær, at klaksvíkingar nú vilja síggja eitt hart arbeiðandi lið,sum gevur alt í royndunum at vinna sigurin.

Til dystin má KÍ tó vera Rodrigo fyriuttan. Brasilski áleyparin fekk reytt kort í seinastu minuttunum av dystinum á Skála, og er tí leikbannaður.

Hjá HB er møðin frá dystinum móti B36 mikukvøldið kanska ikki heilt runnin sunnudagin. Og tí er ikki óhugsandi, at Rúni Nolsøe fer at gera nýtslu av breiða beinkinum, har menn sum Rasmus Nolsøe og Emil N. Leifsson als ikki vórðu nýttir mikukvøldið, meðan Milan Kuljic kom inn seinastu 25 minuttirnar.

Ivamál eru tó eisini í HB-hópinum. Marcin Dawyd noyddist av vøllinum eftir ógvusliga stempling í seinastu minuttunum av grannauppgerðini mikukvøldið, og tí er hann ivasamur. Rógvi Poulsen hevur verið úti seinastu vikurnar, men hann er møguliga tøkur hesaferð. Tað er Páll Mohr Joensen tó ikki, og enn ganga nakrar vikur, áðrenn hann aftur verður tøkur hjá HB.