Stendur betur til á Sandi

Vodafonedeildin - Í Sundalagnum iðra teir seg um, at teir so ofta hava verið partur av javnleiki

Tað stendur nógv upp á spæl bæði hjá EB/Streymi og hjá B71, sum sunnudagin verður vertur fyri teimum í Sundalagnum.
Tá ið B71 varð niðurspælt í Fuglafirði og legði rygg til 3-0 tap, vóru fimm spælarar skaddir, og tá var neyðugt hjá Eli Hentze at traðka til. Nú stendur frægari til á Sandi, har tað tó er eitt sindur ivasamt, um Bogi Hermansen verður før­ur fyri at spæla.
B71 er í niðurflytingarvanda, og hóast mótstøðuliðið seinastu tíðina hevur verið sera væl upplagt, so vóna sandoyingar, at rætti hugburðurin kann røkka langt.
Í Sundalagnum iðra teir seg um, at tað so ofta er endað við javnleiki. EB/Streymur hevur níggju ferðir spælt javnt, og tað er oftari enn nakað annað felag í ár.
Egil á Bø, Daniel Udsen og Arnbjørn Hansen hava verið upp­tiknir av landsliðnum, og Kristoffur Jakobsen hevur ver­ið í Katar.
– Vit taka einki fyri givið. Royndirnar siga, at úrslitini ofta eru óvæntað fram ímóti kappingarenda. B71 er í trong­um skóm, og vit mugu leggja alt í hesa avbjóðingina, staðfestir liðformaðurin Egil á Bø.