Heðin Stenberg noyddist í dag av vøllinum í Runavík, tá hann brast saman við mótstøðuleikara. Málverjin var fluttur á Landssjúkrahúsið alt fyri eitt, og í kvøld er staðfest, at hann neyvan fer at verja málið hjá AB aftur undan summarsteðginum.
Heimasíðan hjá AB skrivar, at knæskelin fór úr lið, og annað slit er í knænum. Hann verður ikki dystarklárur komandi fýra vikurnar, og tí mugu argjamenn finna sær annan málverja.
AB vann dystin 1-0, og Tummas Hans Rubeksen vardi málið seinastu løtuna, tí argjamenn høvdu ikki fleiri útskiftingar.
Mikudagin vitjar AB við Margáir, har EB/Streymur bíðar. Tá skal seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið avgreiðast.