Stella Zachariassen, sum er ættað úr Sri Lanka, og býr í Tórshavn hevur málningaframsýning í Keypmannahavn í heystferiuni.
Frá sunnudegnum 8. oktober til leygardagin 14. oktober hevur Stella Zachariassen málningaframsýning í Københavns Kulturcenter, sum liggur á Drejervej 15-17 í økinum, København NV.
Stella hevur fleiri ferðir havt framsýningar í Føroyum, men hevur nú gjørt av at royna seg uttanlands við sínum ”signature” málningum, sum eru svart/hvít/gráir málningar við íkasti av reyðum.
Framsýningin letur upp sunnudagin 8. Oktober klokkan 12. Annars verður opið hvønn dag frá kl. 9-15, og Stella verður at hitta sunnudagin, týsdagin, hósdagin og leygardagin frá klokkan 12 til 15.










