Innleiðandi umførini í Stella Polaris kappingini eru nú liðug, og finalistarnir eru funnir.
Í tilvildarligari raðfylgju eru finalistarnir hesir: Kristina Thede Johansen, Dávur Birgisson, Leslie Parker, Aksel Dánjalsson Remmel, Jósef Zachariassen og Birita Poulsen.
Dómsnevndin við Tine Thing Helseth, Sigrún Eðvaldsdóttir, Bernharði Wilkinson, Elspu Samuelsen og Gudmundi Mortensen hevur í allan dag og allan gjár sitið og lurtað eftir teimum út við 60 luttakarunum í aldrinum 8–24 ár.
Finalan í Stellu Polaris kappingini verður í annaðkvøld, leygarkvøldið. Tiltakið byrjar klokkan 18.30, og sjálv kappingin byrjar klokkan 19.
- Umleið klokkan 21.30 verður úrslitið av kappingini klárt, og eftir hetta verður virðislønarhandan, veit Ólavur Olsen at siga í kvøld.