Stella aftur umborð á Smyrli

Stella Zachariassen sýnir í hesum døgum aftur fram umborð á Smyrli. Seinastu tvey árini hevur Stella Zachariassen, ið er úr Sri Lanka, gjørt nógv burtur úr at mála og hevur havt framsýningar ymsa staðni, millum annað umborð á Smyrli.

 

Meginparturin av inntøkunum frá málningunum fer til at hjálpa teimum, sum hava tørv, í Kenya, á Sri Lanka og í Føroyum.

- Hvørt ár bjóða vit til stóran jóladøgurða, har ein heil bygd í Kenya verður boðin við, so sølan av málningum í gjár kom sum ein stór signing, og tað gleðir meg at boða frá, at Rama Murunga og Alice Mwangi fara at standa fyri hesum stóra jóladøgurðanum, sum hesu kæru fólk í Kenya kunnu njóta, sigur Stella Zachariassen, í samband við, at hon her fyri seldi sjey málningar eina dagin.