- Steinurin súsaði framvið oyranum

Bygdarfólkið veit nógvar álvarsamar søgur at siga um, hvussu vandafult tað er at koyra eftir hesum vegastrekki:

- Ein frásøgn er um ein eldri sjónveikan mann, sum fór sær ein túr til gongu suður um bygdina. Uttan at hann varnast tað losnar ein steinur í erva og fer dettandi oman gjøgnum líðina, beint har sum maðurin gongur. Tað var bara eitt Guds undur at steinurin ikki rakti mannin. Sjálvur merkti hann bert, at okkurt fór súsandi beint framvið andliti hansara. Óneyðugt er at greiða frá, hvat hevði hent um steinur hevði verið fáar sentimetrar nærri.
- Stóra myndin her á síðuni sum er frá 1998 man eisini tala fyri seg um tær ódámligu umstøðurnar sum tjørnuvíkingar liva undir. Sum skilst var eitt annað, heldur minni skriðulop á sama staði dagin eftir.
- Ein maður fer við bili sínum úr bygdini, og komin nakað niðan í líðina fer eitthvørt við fúkandi ferð beint frammanfyri bili hansara, niður í vegin og hvarv síðani í somu øði upp um bilverjuna. Hann dugir enn ikki at siga, um tað var ein fuglur ella ein steinur.
- Tá stilt er í bygdini er ikki óvanligt at hoyra metall-plingini frá bilverjuni, tá steinar og smágrót taka í her, á veg oman líðina og víðari til havs.