Ein steinur úr belgiskum, svørtum marmori liggur nú á grøvini hjá Elizabeth drotning í St. George's Chapel áWindsor Castle nærindis London.
Har standa inskriptiónirnar hjá fýra kongaligum, foreldrum drotningar, "George VI 1895-1852", "Elizabeth 1900-2002", drotningini sjálvar, "Elizabeth II 1926-2022", og manni hennara, "Philip 1921-2021".
Tann nýggi steinurin, sum er komin fyri tann gamla, sum bara nøvnini á foreldrunum hjá drotningini.
Systir Elizabeth drotning, Margaret prinsessa, er ikki við á steininum, men hon er eisini grivin í St. George's Chapel.
Tað er Buckingham Palace, sum nú hevur almannakunngjørt fyrstu myndina av steininum á grøvini hjá drotningini.
Elizabeth drotning andaðist 8. september á Balmoral slottinum í Skotlandi.
Hon fór til gravar við eini statsjarðarferð, har ríkisleiðarar úr stórum parti av heiminum vóru til staðar í Westminster Abbey mánadagin.
Seinni mánadagin varð børan koyrd til Windsor Castle, har familjan setti kistuna í eitt gravkamar í St. Georg's Chapel.
Í næstu viku letur Windsor Castle helst upp fyri almenninginum.
Tað verður 29. september, tá fólk sleppa til St. George's Chapel at vísa drotningini æru.
Elizabeth drotning var bretskur monarkur í 70 ár. Hon gjørdist 96 ára gomul.
/ritzau/dpa