Fiskivinna
Partrolararnir Hamranes og Breiðanes landaðu í Hvalba mánadagin. Teir royndu eystanfyri, og veiðan hendan túrin var umleið 230.000 pund av upsa.
Lemmatrolarin Brestir landar á Tvøroyri í dag. Teir hava umleið 100.000 pund av kongafiski og eini 60.000 pund av upsa.
Á túrinum undan hesum landaði Brestir í Skotlandi.
Ólavur Bjarkhamar, sum starvast hjá TG Seafood, sigur, at veiðan hjá Bresti ætlandi fer um uppboðssøluna. Hann væntar kortini, at virkið í Hvalba fer at keypa so mikið av fiskinum, at hetta verður nóg mikið til ein arbeiðsdag á virkinum í Hvalba.
Lemmatrolarin Steintór, sum herfyri hevði eld í maskinrúminum, meðan teir vóru á fiskileið, er nú um at verða klárur til fiskiskap aftur, og Ólavur Bjarkhamar væntar, at loyst verður aftur í hesi vikuni.
- Umvælingararbeiði er gjørt í Havn, og sum eg havi skilt, er ein partur av tíðini farin til at bíða eftir eykalutum. Teir vænta nú, at klárt er at loysa aftur til nýggjan túr í hesi vikuni, sigur Ólavur Bjarkhamar á TG Seafood í Hvalba.