Steintór Rasmussen í Leikalund

Seinnapartin sunnudagin spælir Steintór Rasmussen í Leikalund í Klaksvík. Talan verður um seinastu konsertina undir heitinum Tíðarrák 2010, har endamálið hevur verið at hava 12 konsertir í ár og soleiðis økja um talið av mentanartilboðum í Klaksvík.

Sambært stigtakarunum hevur undirtøkan til konsertirnar verið hampiliga góð, og hevur givið íblástur til at halda fram at menna mentanartiltøkini í Leikalund komandi árini.

 

Sunnudagin verður punktum sett fyri hesa konsertrøð. Ógvuliga hóskandi verður tað Steintór Rasmussen, sum hevur seinastu konsertina. Hann hevur verið og er framvegis íðin yrkjari og tónasmiður, umframt at hann eisini hevur umsett og umyrkt til føroyskt.

 

Sunnudagin klokkan fýra verður møguleiki at hoyra nakað av tí, Steintór Rasmussen hevur avrikað, tá hann fer at spæla í Spaniastovu í Leiklund.