ORKUSPARING
Jákup Pauli Hammer í Hvalba er ein av eigarunum av felagnum P/F Steintór, sum eigur djúpvatnstrolaran við sama navni. Hann er eisini útgerðarmaður hjá skipinum. Steintór kom til Føroya tollaksmessudag í 1985, og tvey ár frammanundan kom systirskipið – Niels Pauli – eisini tollaksmessudag í 1983.
Seinastu 22 árini hevur hann ført Steintór.
- Eg var við í Noregi eftir skipinum. Tey allar fyrstu árini var eg stýrimaður og avloysari sum skipari, men síðan eg fór at føra skipið, havi eg verið skipari øll árini fram til dagin í dag, sigur hann.
Steintór bestur
Jákup Pauli letur ikki illa at gongdini hesi árini.
- Sjálvandi hava ár verið misjøvn, men vit kunnu ikki lata illa at. Gongdin hevur verið rættiliga støðug gjøgnum hesi mongu ár. Eisini árið í ár hevur roynst væl hjá skipi og manning. Vit hava fiskað fyri slagar 23 miljónir krónur í ár, og eftir hvat vit hava skilt, er Steintór besti bátur av lemmatrolarunum.
Hann sigur, at meginparturin av veiðini hjá Steintóri í ár er upsi, men teir gera altíð onkran svartkalvatúr av og á, kanska serliga um summarið.
- Í ár hava vit eisini partrolað eftir gulllaksi saman við Vesturbúgvanum. Vit tóku plássið hjá Eysturbúgvanum, tá teir brutu motorin tíðliga í vertíðini. Eysturbúgvin gjørdist kortini klárur aftur, áðrenn gulllaksavertíðin var av. Steintór gjørdi eisini einstakan túr saman við øðrum av partrolarunum í Hvalba, tá annar breyt motorin. At enda vóru vit á makrelveiði í heyst saman við Niels Paula og landaðu til Athenu.
Jákup Pauli sigur, at hóast hann ikki hevur verið umborð, tá fleiri av hesum royndum vórðu gjørdar, hevur hann tó skilt, at tekniskt er eingin trupulleiki hjá Steintóri at partrola við øðrum skipi.
At partrola
Bæði Steintór og systirskipið, Niels Pauli, sum nú fara at partrola eftir upsa, hava verið á beding hjá MEST í Havn. Talan er um botnreins, skiftan av sinki og vanligt viðlíkahald. Niels Pauli er komin av bedingini aftur, men enn stendur Steintór uppi.
- Alt eftir, nær skipini verða klár og leys av MEST, fara vit at partrola eftir upsa, og vit vænta, at loyst verður, tá jólini eru løgd afturum.
Jákup Pauli heldur, at tá tað hevur borið til at partrolað saman við øðrum skipum, skuldi hetta ikki riggað verri, nú talan er um systirskip við somu maskinorku.
Skiparin vísir á, at tá Steintór í summar var á gulllaksaveiði saman við Vesturbúgvanum, spardu skipini umleið 40% í oljuútreiðslum.
- Vit vænta, at sparingin verður ikki minni, nú vit fara at partrola eftir upsa, og haraftrat kemur, at nakað av reiðskapi eisini verður spart.
Hann leggur aftrat, at trolið, sum skipini fara at brúka, er av sama slagi, sum hinir partrolararnir brúka.
- Við partroli verða eingir lemmar brúktir, men bara ketur sum vektir. Hetta saman við spardum oljuútreiðslum er í sjálvum sær ein munandi sparing, sigur Jákup Pauli Hammer, sum sigur seg vera spentan eftir hesi veruligu royndini við partroli á upsaveiði.
Eisini aðrir
Tað vanliga hevur verið, at djúpvatnstrolararnir – ella lemmatrolararnir, sum teir eisini verða róptir – hava trolað hvør sær, men seinnu tíðina hevur Fiskimálaráðið loyvt nøkrum av hesum skipum at partrola. Hesin spurningur hevur verið til umrøðu í politisku skipanini, og mett verður ikki, at nakað í lógini um vinnuligan fiskiskap stríðir ímóti hesum.
Nakrar royndir eru gjørdar, og soleiðis er hetta í sær sjálvum einki nýtt. Hinvegin er nú líkt til, at áhugin fyri partroli millum teir, sum eiga tey størru skipini, er veksandi, nú oljan aftur er vorðin so kostnaðarmikil – og eftir øllum at døma bara gerst enn dýrari.
Tá eini 40% av oljuútreiðslunum kunnu sparast við partroli í mun til við lemmatroli, er nógv at spara.
Nú Steintór og Niels Pauli fara at partrola eftir upsa, skilst, at ætlanin er, at djúpvatnstrolararnir, Rankin og Phoenix, eisini skulu gera eina roynd at partrola.