Føroya rættur hevur staðfest, at trolarin Steintór skal missa fiskiloyvi fýra vikur fyri at hava havt ov smáar meskar Fiskiveiðieftirlitið gjørdi av, at Steintór skuldi missa loyvi at fiska í fýra vikur, eftir at Brimil hevði tikið trolaran fyri at hava net við ov smáum meskum innan fyri tann vanliga posan.
Reiðaríið kærdi avgerðina til Føroya rætt, men rætturin hevur nú givið Fiskiveiðieftirlitinum viðhald. Tískil sleppur Steintór ikki aftur til fiskiskap fyrr enn tann 21. august.
Umframt mistu veiðitíðina kostaði brotið skiparanum bót, eins og hald varð lagt á reiðskap. Tilsamans var talan um næstan eina hálva millión krónur.