Steintór heldur røðu í Vágstúni

Norðoyastevna er um vikuskiftið, og eitt av føstu tiltøkunum, ið eru væl umtókt millum fólk, er midnáttarsamkoman í Vágstúni.

Klokkan 23 verður byrjað við felagssangi við harmonikkuspælarum. Felagssangurin plagdi at verða eftir røðuna á midnátt, men verður nú fluttur ein góðan tíma fram.

Frá klokkan 23.30 spælir Klaksvíkar Hornorkestur, og á midnátt kemur kyndlagonga í Vágstún.

Røðuna í ár heldur Steintór Rasmussen, sum er kendur sum eitt nú tónleikari og rithøvundur. 

Eftir midnáttarrøðuna verður fýrverk sent.