Ólógligur fiskiskapur
Tað var ein dyggur smeitur fyri rolarin Steintór, at hann 24. juli varð tikin fyri at trola við einum posa við smærri meskum inni í trolposanum.
Føroya rættur hevur í dag gjørt úrskurð í málinum og gevur Fiskiveiðieftirlitinum fult viðhald:
Steintór skal missa fiskirættindini í fýra vikur, frá 24. Juli klokkan 18 at rokna.
Rætturin helduur ikki, at nøkur umbering fisnt, og rætturin viðmerkir eisini, at ólógligi fiskiskapurin var lagdur til rættis soleiis, at skjótt var at sleppa av við posan og harvið gera arbeiðið hjá Fiskiveiðieftirlitinum torførari. Og tað svíða fiskastovnarnir fyri.
Reiðariið hjá Steintóri hevur møguleikan at kæra úrskutðin hjá Føroya rætti til Eystara landsrætt.