Tóroddur Poulsen hevur júst givið út savnið »Steinsetingar/Stensætninger« við yrkingum á bæði føroyskum og í danskari týðing
Nýggja savnið er sjálvstøðugt framhald av yrkingasavninum »Vatnið ljóðar sum um onkur hevur drukkið av tí« frá 2000.
Á blogginum martinjm.blogspot.com sigur rithøvundurin og ummælarin Martin Johannes Møller millum annað um savnið:
?Her finna vit smáar gongdir, ið eru lættar at gjøgnumskoða, men eisini kryptiskar steinar, sum ikki ólíkt grótbrotum krevja sterkar menn/kvinnur við hakum og stórum lesaraørmum/brillum fyri at bróta inn í týdningarnar í tvítýddu, men óhátíðarligu yrkingarnar um lívsins ymsu stig, um náttúruna og kroppin og so nógv annað?
Yrkingarnar eru á føroyskum og í danskari týðing á síðuni hinumegin. Tað er høvundurin sjálvur, sum hevur týtt yrkingarnar til danskt í samráð við Christian Yde Frostholm.
Í farnu viku varð Tóroddur Poulsen innstillaður til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið »Rot« frá 2007. Hetta er triðju ferð, hann er í uppskoti til virðislønina.
?Steinsetingar/Stensætninger? kemur út á forlagnum Edition After Hand