- Føroyingar eru raskastu og næst ríkastu fólk í Evropa. Grønland eigur at læra av Føroyum og í størri mun taka sær av egnum áhugamálum í uttanríkispolitikki - sjálvt um hetta gongur móti donsku linjuni. Hetta kann Grønland gera við eitt nú at selja fisk til Russlands.
Tað heldur fyrrverandi topp embætismaðurin, Jacob Janussen, sum eitt nú hevur verið stjóri í grønlendska heimastýrinum og eisini er útnevndur heiðursdoktari hjá Ilisimatusarfik, sum er universitetið í Grønlandi.
Í grein í Sermitsiaq verður sagt, at føroyingar síðan 1998 nú eru vorðnir tríggjar ferðir so ríkir, sum teir vóru tá.
- BTÚ fyri hvønn føroying er nú hægri enn fyri hvønn dana. Búskaparliga "tikaralopið" hjá føroyingum kemst eitt nú av sølu av fiski til Russlands, hóast danir settu handilsbann móti Russlandi.
##med2##
Hóast eina harða niðurferð í búskapinum í 1990-unum, hava Føroyar seinastu árini upplivað eitt búskaparligt ævintýr, sum ger føroyingar til nøkur av heimsins ríkastu.
Heimasíðan skrivar, at við hesum vísa føroyingar - til íblástur fyri Grønland - at eisini eitt land, sum hevur lítið fólkatal, kann gerast ein búskaparligur "højdespringer", sum tikið verður til.
- Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er næstan trífaldað síðan 1998. Í 2019 var BTÚ fyri hvønn ibúgva í Føroyum 401.000 krónur móti 398.000 í Danmark. Til samanburðar var BTÚ í Grønlandi sama ár 355.000 krónur.
Sermitsiaq skrivar, at á altjóða stigi liggja "de stenrige færinger i toppen af superligaen...", og í Evropa er tað bara Luxemburg, sum liggur hægri í BTÚ fyri hvønn íbúgva.
##med3##
- Samstundis hava hesar 18 oyggjarnar lægsta arbeiðsloysi í Evropa við 1,1 prosenti. Haraftrat eru Føroyar slopnar bíligari burtur úr koronu-kreppuni enn stórt sæð øll onnur lond.
Lagt verður aftrat í greinini í Sermitsiaq, at føroyingar eru arbeiðssamir, og Føroyar hava "den højeste erhvervsfrekvens i Europa" á 85,4. Av 37.100 føroyingum í aldrinum 15-74 ár eru sambært Hagstovu Føroya 31.100 á arbeiðsmarknaðinum.
##med4##