Steinprentfelag á veg

Mikukvøldið í komandi viku letur Bárður Jákupsson upp framsýning við steinprentum í Steinprenti á Skálatrøð, og samstundis er ætlanin at stovna felag til frama fyri Steinprent Á framsýningini hevur Bárður Jákupsson 25 ljósar og lættar vatnlistmyndir, og tær verða at síggja í Steinprenti á Skálatrøð 16 inntil 27. februar. Framsýningin letur upp mikudagin 20.januar klokkan 16.00 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Bárður Jákupsson er ein av stigtakarunum til at stovna eitt áhugafelag til frama fyri Steinprent, og hetta felag er ætlanin at stovna sama mikukvøld, 20.jan klokkan 19.30. Øll eru vælkomin at tekna limaskap í hesum grafikkfelag, eisini um tað berst einum frá at koma til fundin. Meir fæst at vita um hetta við at venda sær til Bárður Jákupsson á tlf.: 225789 bardur@post.olivant.fo ella Gunnar Hoydal á tlf.: 312849 ghoydal@post.olivant.fo