Steinmund lærdi til blikksmið á Blikksmiðjuni á Fornagørðum og tók sveinroyndina í Danmark í 1959. Hann hevur eisini arbeitt á vatndeildini hjá Klaksvíkar kommunu, hann arbeiddi í fleiri ár sum bilmekanikari, og eitt skifti var hann leiðari fyri sløkkiliðið í Klaksvík.
Seinnu árini hevur Steinmund tikist við ymiskt fyrifallandi arbeiði, og hann er framvegis lættur á fótum, røkin og skjótur í vendingini. Bæði í ár og í fjør hevur hann gjørt ferð til Grønlands saman við øðrum handverkarum at gera ábøtur á leguhúsini í Nuuk.
Steinmund giftist í 1963 við Jórun (f. Simonsen) úr Fuglafirði, og í 1968 fluttu tey í húsini á Stongunum, har tey framvegis búgva. Tey eiga fýra synir – Heini (1964), Esmar (1968), Eyðun (1972) og Bárður (1976). Tríggir teir elstu búgva við familju í Klaksvík, meðan Bárður í løtuni er búsitandi við familju í Esbjerg. Nú eru abbabørnini blivin 9 í tali.
Føðingardagurin verður hildin á Skáltavegnum 4.










