Steinhólm ætlar at byggja uppaftur

Nes kommuna hevur givið prinsipielt byggiloyvi til at byggja virkið hjá Sp/f Steinhólm uppaftur.

 

- Tað eru virkir, fyritøkur, skip og bátar, sum saman við privatum og almennum arbeiðplássum eru fíggjarliga grundarlagið undir inntøkuni hjá kommununi.

Hetta ásannar Nes kommuna í sínari frágreiðing um farna ár, sum er løgd fram í samband við ársroknskapin hjá kommununi fyri 2019.

Her verður víst á, at á havnalagnum á Toftum er virksemi í Kassamiðstøðini, Fiskamarknaðinum og Landingarmiðstøðini, og Faroe Origin hevur saltfiskaframleiðslu í gamla Nyki, har framleiðslan hevur verið støðug seinnu árini. Faroe Origin selur eisini ís til skip og virkir.

Við Rætt heldur MJ Saltsøla til, sum veitir salt til saltfiskavirki kring landið.

- Felags fyri virksemið í omanfyrinevndu virkjum er, at tey eru tengd at botnfiskafiskiskapinum undir Føroyum, sum seinasta árið hevur verið góður.

Víst verður eisini á, at Bakkafrost keypti virkisbygningarnar, sum Landingarmiðstøðin áður helt til í. Ætlanin var at brúka bygningarnar til alivirksemið hjá Bakkafrost á sjónum, bæði á Skálafjørðinum og í Sundalagnum.

- Í 2019 legði Bakkafrost aliringar út útfyri bygdini á Nesi. Tó er alivirksemið ikki komið í gongd í bygningunum, sum í løtuni verða brúktir til goymslu hjá Bakkafrost.

Snodd-bygningurin, sum eisini liggur á havnalagnum á Toftum, hevur í nøkur ár verið leigaður av Sandgrevstri til goymslu av laksafóðuri.

- Fóðurið verður inn- og avskipað við bryggjuna á Toftum. Sandgrevstur hevur nú bygt egnan goymslubygning á havnalagnum, og virksemið hjá felagnum er flutt í nýggja bygningin.

Í Nes kommunu vísa tey eisini á, at Sp/f Steinhólm í nøkur ár hevði plattaframleiðslu á havnalagnum. Men, hin 27. mars í 2018 varð virkið fyri tí stóra óhappi, at eldur kom í, og virkið brendi í grund.

- Í løtuni verður fyrireikað at byggja bygningin upp aftur, og bygdaráðið hevur givið prinsipielt loyvi. Men, enn er ógreitt, hvat fyri slag av virksemi verður í bygninginum.

At enda í vinnuligum samanhangi verður lagt aftrat, at byggivirksemið hevur verið støðugt seinnu árini og tey, sum arbeiða innan handverkaravinnuna, høvdu eisini nógv arbeiði í 2019.