Steingrím í Fuglafirði vann 90.000 krónur

Tað var ein heppin maður í Fuglafirði, sum í triðju og seinastu royndini í kvøld steðgaði á reyða leypinum.

Tað var Petrina Berg á Lag, sum var vertur í gekka-spælinum í kvøld.

 

 

Hann fekk fulla plátu, slapp ígjøgnum og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Maðurin var Steingrím úr Fuglafirði.

 

Høvuðsvinningurin var á 270.000 krónur, sum hann valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 90.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum - og í aðru royndini á 10.000. Men, í báðum førum valdi Steingrím at royna aftur.

 

Og tað gjørdi hann so púra rætt!

 

Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á reyða leypinum við 90.000 skattafríum krónum í, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Steingrími í kvøld.

 

Tað var eisini ein fegin maður í Fuglafirði, sum takkaði fyri.

 

 

 

 

 

Tað var Petrina Berg á Lag, sum var vertur í gekka-spælinum í kvøld.