Steingrímur gevst sum formaður

Ein av teimum fremstu íslendsku politikarunum tey seinnu árini, Steingrímur J. Sigfússon, hevur gjørt av at gevast sum formaður í tí vinstragrøna flokkinum. Flokkurin heldur landsfund næsta vikuskiftið, og Steingrímur sigur, at hann stillar ikki uppaftur til formansvalið.

Steingrímur J. Sigfússon hevur verið altingsmaður í 30 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting fyri flokkin Alþýðubandalagið í 1983. Hann hevur verið formaður í tí vinstragrøna flokkinum síðani stovnanina í 1999.

Steingrímur J. Sigfússon, sum er 57 ára gamal, hevur verið ráðharri í fleiri umførum, og hann hevur umsitið fleiri málsøki. Hann hevur eitt nú umsitið fíggjarmál, búskaparmál og fiskivinnumál, og síðani í fjør hevur hann umsitið vinnumál.

Roknað verður við, at Katrín Jakobsdóttur tekur við sum formaður í VG. Hon hevur verið næstformaður í flokkinum í tíggju ár.