Arbeiðið sum byrjar í kvøld, 1. oktober, fer væntandi at taka umleið 3 mánaðir og væntast at verða liðugt um jóltíðir. Avtala er gjørd við LM-Electric um at gera arbeiðið, meðan SMJ ráðgevandi verkfrøðingar hevur projektering og eftirlit við arbeiðnum. Nýggja ljósskipanin er ein orkusparandi LED-skipan av merkinum Thorn, sum verður brúkt í nógvum norskum tunlum.
Í samband við arbeiðið, verður ferðslan órógvað um næturnar, tá tunnilin verður stongdur hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni. Ferðslan verður leidd ígjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.










