Steingja Náttúrubarnagarðin í Æðuvík

Foreldraráð hevur savnað saman undirskriftir at mótmæla, at Runavíkar Býráð hevur gjørt av at lata Náttúrubarnagarðin í Æðuvík aftur.

Í átta ár hevur Náttúrubarnagarðurin verið í Æðuvík, har børnini hava spælt og sannroynt ta framúrskarandi náttúru, sum har er ? fjøruna, hagan, vøtnini, áartutl, fuglaljóð, tað ótrúliga ljósið, sólina, sum rísur úr havi, og annars náttúruna sum heild. Hetta verður nú søga, sigur foreldraráðið í barnagarðinum í fráboðan.

Runavíkar kommuna hevur tikið avgerð um at leggja Náttúrubarnagarðin niður, tí nýggjur stovnur er bygdur í Søldarfirði.

- Men finst nakað betri fyri børnini enn náttúran, sum gjøgnum allar sansir stimbrar og mennir børnini, bæði likamliga, málsliga og sálarliga, spyrja foreldrini, sum halda tað vera ynskiligt, at tað tað framvegis skal bera til at kunna brúka náttúruna í Æðuvík sum eitt grundleggjandi námsfrøðiligt amboð.

Foreldraráðið hevur tí savnað saman undirskriftir og latið Runavíkar kommunu tær við vón um, at kommunan fer at taka stig til at varðveita eitt so ríkt tilfeingi.

Eisini ein Facebook-bólkur er stovnaður til tess at varpa ljós á avgerðina hjá Runavíkar kommunu. Bólkurin nevnir seg: »Nei til at flyta Náttúrubarnagarðin úr Æðuvík og til Søldarfjarðar«.

Í annaðkvøld klokkan 17 verður almennur býráðsfundur í býráðssalinum í Runavík um júst hesa avgerð.