Miðbýurin í Havn verður næsti dagarnar merktur av, at EM verður spælt í Fraklandi. Tórshavnar kommuna, Televarpið, Ljóð-tøkni, Hvonn og Miðlahúsið skipar í samband við kappingini fyri, at fleiri av dystunum verða vístir á stórskíggja við trappuna í Vágsbotni.
Í tí sambandi hava fyrireikararnir í samráð við løgregluna valt at steingja fyri ferðsluni í pørtum av miðbýnum. Akkurát hvørjir vegir verða stongdir sæst á myndini til greinina.
Fyrsti dysturin, ið verður vístur á hesum sinni, er dysturin millum Týskland og Pólland í kvøld. Hann byrjar klokkan átta.
Í annaðkvøld er aftur fótbóltur í Vágsbotni, tá dysturin millum Spania og Turkaland verður vístur klokkan átta, men stóra brakið bíðar til leygardagin, tá tveir dystir verða vísir við trappuna. Talan er um dystin hjá Íslandi klokkan 17, tá grannalandið møtir Ungarn, og so dystin klokkan átta, tá Portugal og Eysturríki spæla.
Tiltøkini eru treytað av, at veðrið er gott, tá dystirnir verða spældir.