Í samstarvi við Sunda kommunu hevur Landsverk gjørt av at steingja tvær íbindingar í landsvegin fram við Hvalvík og Streymnesi. Í seinastuni hevur verið arbeitt við at gera eina vinstrassnaringarbreyt í Streymnesi, sum hevur til endamáls at betra um ferðslutrygdina.
Streymnes hevur tvær íbindingar til sjálva bygdina og Hvalvík hevur tvær til havnaøkið og neystini. Til tess at betra um ferðslutrygdina í hesum øki, hevur Landsverk í samstarvi við Sunda kommunu gjørt av at steingja eina íbinding í hvørjum staði.
Í Streymnesi verður ovara íbindingin stongd, tí har er verri útsýni eftir landsvegnum norðureftir. Niðara íbinding verður varðveitt í broyttum líki.
Í Hvalvík er tað íbindingin oman á havnarlagið, sum liggur nærri íbindingina við sjálva bygdina, ið verður stongd, meðan syðra íbindingin skal varðveitast.
Inntil bilførarar hava vant seg við nýggju ferðslutrygdarátøkini í Norðurstreymoy, verður ljósskelting sett upp við tær báðar stongdu íbindingarnar. Skeltingin í Hvalvík kemur at standa í eina viku, til bilverja er sett upp, ið endaliga fer at sperra íbindingina í landsvegin.
Vegamótið í Streymnesi verður skeltað og sperrað á sama máta, sum til neystini í Hvalvík, men hetta verður ikki gjørt, fyrr enn arbeiðið at gera vinstrasnaringarbreytirnar er liðugt.
Meðan arbeiðið við vinstrasnaringsbreyt fer fram við busslumman við Streymnes, verður norðara íbindingin nýtt sum til- og frákoyring til bygdina.









