Við tað, at arbeitt verður upp á vatnleiðingina á Skála, verður stongt fyri vatninum í bygdini frá týsdegnum 25. august klokkan 10 - og so leingi, sum arbeiðið varar.
Í Runavíkar kommunu, sum Skála er partur av, vita tey at siga, at tey øki á Skála, sum verða ávirkað av vatnarbeiðnum, eru eitt nú Gerðisbrekka og Møttisgil.
- Hús við Skálaveg frá Gerðisbrekku til Skákið, Hórheiðar frá Gerðisbrekku til og við Føgrulíð - og hús, sum hava vatníbinding frá Føgrulíð, verða eisini ávirkað av arbeiðnum, sigur kommunan.










