Tølini siga, at teir næstbestu hjá KÍ trívast væl betur á heimavølli, enn teir gera á útivølli. Tríggjar ferðir á rað hava klaksvíkingar verið á útivølli, og allar tríggjar ferðirnar eru teir farnir krøktir til hús. Í dag átti KÍ heimavøll ímóti botnliðnum EB/Streymi, og nú vignaðist tað betur. KÍ vann 4-1. Hálvleiksstøðan var 2-1, og heimaliðið misnýtti brotsspark, tá ið ein stórur hálvur tími var farin og støðan var 2-1.
Stóri maðurin hjá KÍ í dag var miðvallarin Steinbjørn Olsen, sum er aftur í barndómsfelagnum, eftir at hann tvey tey seinastu árini hevur roynt seg í øðrum feløgum. Í 2021 var hann á liðnum hjá ÍF í bestu deildini, og í fjør var hann á liðnum hjá Skála í bestu deildin. Bæði ÍF og Skála fluttu niður, og nú er Steinbjørn Olsen í Klaksvík og í 1. deild.
Eftir fýra minuttum kring fyrsta korterið skoraði KÍ tvey mál. Í fyrra førinum var Kristian Svabo Eliasen málskjútti, og í seinna førinum var tað Dávid Biskupstø Andreasen, sum var málskjútti. Í báðum førum var tað Steinbjørn Olsen, sum átti uppleggið.
12 minuttir eftir steðgin varð Kristian Svabo Eliasen tvífaldur málskjútti eftir upplegg frá Silas Gaard, og 13 minuttir undan leikloki staðfesti Steinbjørn Olsen 4-1 sigurin. Aftur ta ferðina var tað Silas Gaard, sum átti uppleggið. Hetta var fyrsta málið hjá Steinbjørn Olsen í ár. Kristian Svabo Eliasen hevur skorað trý mál, og í dag skoraði Dávid B. Andreasen fyri fyrstu ferð í ár.
KÍ er á fimta plássi við 15 stigum.
Áki Dam minkaði um munin til 2-1. Tað var í 27. minutti. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 18 ára gamli Áki Dam var á næstbesta liðnum hjá teimum í Sundalagnum. EB/Streymur hevur 5 stig og er niðast á støðutalvuni.











