Steinbjørn við endurminningum

Tíðindaskriv

Steinbjørn B. Jacobsen hevur latið úr hondum Grund 1, sum eru endurminningar hjá kenda sandvíkinginum


Í fyrstu bókini við endurminningum greiðir Steinbjørn ógvuliga livandi frá uppvøkstrinum í føroyskari bygd í 30, 40 og 50 árun-um.
Í endurminningunum fer Steinbjørn víða, hann ferðast aftur og fram í lívi sín-um. Mangt, sum er hent í vaksnamannlívi hansara, verður sett í samband við uppvøksturin, og tað, hann hevur fingið sum barlast í barnaárunum, er mangan nakað, hann sær aftur og skilir, tá ið hann gerst tilkomin.
Flestu kenna Steinbjørn sum rithøvund, men mong kenna hann eisini sum lærara, fyrst og fremst í Húsa-víkar skúla, í Kommunuskúlanum og sum stjóra og lærara á Føroya Fólkaháskúla.
Sum rithøvundur gjørdist hann kendur í trýssunum. Hann var so at siga ein av teimum, sum birti í modernismuna í føroyskum skaldskapi, sum í fyrstu syftu ørkymlaði, tí hesar stuttu rímleysu yrkingarnar brutu so nógv frá tí vanliga og kenda.
Børnini kendu hann frá teimum inniligu søgunum um Hønuna og hanan, Mæið og Hin snjóhvíta kettlingin, sum Bárður Jákupsson so vakurt myndprýddi. Sum rithøvundur hevur hann lagt nógv eftir seg, sum hevur verið til gleði og gagn hjá yngra ættarliðinum, bæði barnabøkur og skúlabøkur til smá og stór børn.
Steinbjørn hevur sum rithøvundur lagt dent á gerandisdagin. Tað sást m.a. í sjónleikinum Skipið sum varð leiktur í Havn 1975, eisini sum sjónleikahøvundur breyt hann upp úr nýggjum. Vit vóru von við gamlar leikir, har fólk sótu framman fyri grúgvuna og bundu og karðaðu, men nú hendi ein broyting, og sigast má, at Steinbjørn var við til at seta hetta í verk við nýggjum sjónleikahandritum, sum bygdu á gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum bæði á sjógvi og landi.
Í endurminningunum verður sagt, at barndómurin í áramáli ikki er langur, men minnini kunnu kortini gera nógv um seg, hvussu lítil og einkisigandi tey tykjast at vera.