Klaksvík:
Borgarstjórin seinastu fýra árini, Steinbjørn Jacobsen, hevði eitt gott val í Klaksvík. Hann fekk knappar 400 persónligar atkvøður, og tað er sum skilst mest nakrantíð til eitt býráðsval.
Undan honum hevði Jógvan við Keldu metið. Tað mesta hann hevur fingið til eitt býráðsval er 330 atkvøður.
? Eg veit slettis ikki, hvat eg skal siga, segði Steinbjørn Jacobsen í valhølunum týskvøldið. Hann skitftivís tosaði í telefon, heilsaði upp á fólk, sum komu at ynskja honum til lukku og tosaði við fjølmiðlarnar.
Samstundis var hann óivað byrjaður at hugsa um samgongumøguleikar longu tá. Men hann fekk tó stundir at seta seg niður eina lítla løtu til eitt stutt prát um hansara óføra góða val.
Merkt stuðul
Steinbjørn sigur, at hann hevði ikki droymt um, at tað fór at gangast so væl til valið. Men hann viðgongur tó, at hann teir seinastu dagarnar upp undir valið, hevði merkt, at fólk vóru positiv og stuðlaðu honum.
? Men tað er so ótrúliga torført, tí tú veitst jú veruliga onki frammanundan. Tað eru bert gitingar, segði Steinbjørn og legði afturat, at hann hevði so stóra framgongd til seinasta val, og tí væntaði hann ikki so stóra framgongd aftur til hetta valið.
Til býráðsvalið í 1996 fekk Steinbjørn Jacobsen 77 persónligar atkvøður. Í 2000 hevði hann stóra framgongd og fekk 230 atkvøður. Og týskvøldið var framgongdin aftur stór, tá hann við 391 atkvøður varð afturvaldur.
? Hetta taki eg sum eina kvittan fyri, at tað arbeiðið, sum býráðið hevur gjørt hesa seinastu setuna, er gott, segði ein ovurfegin Steinbjørn Jacobsen, sum samstundis takkaði øllum sínum veljarum fyri dygga stuðulin.
Hann vildi tó ikki siga nakað serligt um samgongu ella samráðingar. Tað einasta hann vildi staðfesta var, at sitandi meiriluti var varðveittur, og hann sostatt kann halda fram, um tað ber til. Men Steinbjørn dugdi eisini at síggja aðrar møguleikar.