Klaksvík: Samráðingarnar millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin um eina býráðssamgongu í Klaksvík eru nú komnar so langt, at flokkarnir eru vorðnir samdir um samstarv. Nú er eftir at gera eitt samgonguskjal.
Fríggjakvøldið samráddust flokkarnir frá klokkan 20.00 til klokkan 23.00, og tá vóru teir blivnir samdir.
Flokkarnir eru vorðnir samdir um, hvør skal vera borgarstjóri, og hvør skal manna tær ymsu nevndirnar.
Tað verður Steinbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkin, sum verður borgarstjóri. Varaborgarstjóri verður Torleif Sigurðsson.
Nevndirnar broyttar
Flokkarnir ætla at skipa nevndirnar øðrvísi, enn tær hava verið skipaðar seinasta valskeið. Nú verða fleiri nevndir, enn tað hava verið.
Sambært okkara upplýsingum skal Eyðgunn Samuelsen (C) verða formaður í Sosialu nevnd, og Jórun Høgnesen (E) verða formaður í Mentanarnevndini. Seinastu fýra árini hevur hetta verið ein og sama nevnd. Men nýggja býráðið heldur, at arbeiðið innan hesi øki eru so týdningarmikið, at neyðugt er at hava eina nevnd til hvørt økið.
Rani Nolsøe (E) verður formaður í nýggjari nevnd, sum kallast Umhvørvis- og menningarnevndin. Hetta er ein víðkan av núverandi Heilsunevndini.
Torleif Sigurðsson (C) verður formaður í Havnanevndini, og Karl Heri Joensen (D) verður formaður í Teknisku nevnd og Byggi- og býarskipanarnevndini.
Steinbjørn Jacobsen (E) er sum borgarstjóri formaður í Fíggjarnevndini.