Steinaðu eftir málmanni

Málmaðurin hjá danska felagnum Vejle, Jimmy Nielsen, small til jarðar undir dystinum ímóti AC Horsens í gjár. Orsøkin var, at onkur av áskoðaraplássunum tveitti ein stein í høvdið á honum.

- Eg bleiv sera kløkkur, og tað var kanska mest tí, at eg datt, men eg havi ein stóran heila, so har er nógv, sum eg kann fáa skaða í, segði Jimmy Nielsen við einum smíli eftir dystin.