Steinaði rút inn á politistøðini

Um 16-tíðina hevði ein maður sæð seg so illan inn á eitthvørt, at hann ripaði ein stein inn gjøgnum ein rút á politistøðini í Havn. Maðurin er ikki ein av vanligu »kundunum« hjá politinum. Men hann situr nú til avhoyringar fyri at hava kastað ein stein inn gjøgnum rútin í einum vindeyga á politistøðini.

Tað var ikki vakthavandi greitt, júst hvat maðurin var illur um, men illur var hann.

Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka, og hann varð handtikin beinanvegin eftir, at hann hevði kastað steinin inn gjøgnum rútin.

- Maðurin er til avhoyringar í løtuni, og tað er enn ikki heilt greitt, hvat hann er so óður um, ella hví hann valdi at tveita ein stein inn gjøgnum rútin her hjá okkum, sigur vakthavandi.

Tað kann neyvan kallast at vera tað allar smartasta, at tveita ein stein gjøgnum rútin á einari politistøð, og maðurin verður nú ákærdur fyri herverk ? móti politinum.