Stein Olvur ovfarin av prísmuni

Tað kemur óvart á stjóran í J&K Petersen, at tilboðið hjá hansara fyritøku at gera brúnna um Sandá liggur millum 15 og 24 milliónir lægri enn hjá hinum

Fyritøkan J&K Petersen eigur nógv tað lægsta tilboðið uppá at gera brúnna um Sandá í Havn.

 

Arbeiðið varð boðið út í innbodnari útbjóðing. Tríggjar fyritøkur vóru bidnar um at bjóða, og tilboðini vórðu latin upp í gjár.

 

TG-Verk bjóðar sær til at gera brúnna fyri 83,5 milliónir. Articon bjóðar sær til at gera brúnna fyri 74,5 milliónir, og nógv tað lægsta tilboðið eigur also J & K. Petersen, sum bjóðar sær til at gera arbeiðið fyri 59,8 milliónir. Allar upphæddirnar eru uttan meirvirðisgjald.

 

– Nei, satt at siga dugi eg ikki at svara tær, hví munurin á tilboðunum er so stórur, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, sum minnir á, at seinast brúgvin um Sandá varð bjóðað út, lógu tilboðini væl lægri enn hesaferð.

 

Seinast, Tórshavnar Kommuna lat tilboð upp uppá brúnna um Sandá, var í oktober í 2012. Tey tilboðini blivu tá avtornaði gjørd til einkis, og í apríl í ár varð arbeiðið bjóðað út av nýggjum. Tá hevði Tórshavnar Kommuna longu gjørt sáttmála við eina aðra fyritøku um at gera rundkoyringarnar báðumegin brúnna. Rundkoyringarnar báðumegin brúnna vóru við í útbjóðingini seinast, men also ikki hesaferð.

 

– So í roynd og veru áttu tilboðini at ligið lægri hesaferð í mun til seinastu útbjóðing. Men vit mugu væl bara staðfesta, at her er ein ávísur prísvøkstur í vinnuni, staðfestir Stein Olvur Petersen.

 

Í seinastu útbjóðing lá J&K Petersen ovast við einum tilboði á 60,8 milliónir krónur. Hesaferð er fyritøkan so nógv bíligast við 59,8 milliónum.

 

– Eg kann bara tosa fyri okkara fyritøku. Og tað er, at vit standa við okkara tilboð og prísir, sigur Stein Olvur Petersen.

 

Stjórin í J&K Petersen roknar við, at okkurt um 30 fólk verða knýtt at arbeiðum at byggja brúnna um Sandá í Havn.

 

Áðrenn arbeiðið kann fara ígongd skulu tilboðini gjøgnumgangast og viðgerast politiskt. Eftir ætlan skal arbeiðið byrja seinni í summar og vera liðugt á ólavsøku næsta ár.

 

Hoyr samrøðu við Stein Olv Petersen við at trýsta á pílin undir myndini.