Stein Olvur kærir

Sonur John Petersen sigur, at hann vegna familjuna fer at kæra løgregluna fyri atburðin undir kanningararbeiði hennara. Sambært konu John Petersen, Gugguni, hevur familjan aftrað seg við at kæra, m.a. tí at fútin er formaður í lokalnevndini

Í gjár varð staðfest, at lokalnevndin, ið til ber at kæra til, um fólk eru ónøgd við atburð hjá løgreglufólki, er mannað við trimum løgregluumboðum og fýra løgtingsumboðum.


? Vit vistu ikki, at løgtingslimirnir eru í meiriluta í lokalnevndini, men nú vit vita tað, verður Bergleif Brimvík heilt vist kærdur fyri atburð sín undir kanningunum av neyðtøkumálinum móti John.


Hetta sigur Guggan, ið týsdagin á miðdegi var á Sosialinum við tveimum hvassorðaðum skrivum, sum sonurin Stein Olvur hevur skrivað. Annað skrivið er stílað til løgregluna og eisini latið henni. Í tí setir Stein Olvur løgregluni nakrar spurningar, sum serliga snúgva seg um skuldarspurningin í neyðtøkumálinum. Í sama brævi nýtir Stein Olvur høvið at leggja dent á, at skuldsetingar hansara ikki eru móti løgregluni sum heild, men móti Bergleifi Brimvík. Samstundis sigur Stein Olvur, at endamálið við viðtaluni, familjan valdi at hava við Sosialin, er, at vísa Føroya fólki, hvussu illa familjan er viðfarin av Bergleifi, sum hann málber seg.


Hitt brævið er stílað til Sosialin. Eisini í hesum brævinum, setir sonur John Petersen nakrar spurningar, ið hava samband við neyðtøkumál, kanningararbeiði og dóm. M.a. spyr Stein Olvur, um løgreglan kann liva við teimum skuldsetingum, ið eru rættar móti henni.


Eru upptiknir


Sosialurin gav í gjár Una Vestureið heitið, kommmiserur. Tað er ikki rætt. Bergleif Brimvík er leiðari á kriminaldeildini, og harvið kommiserur. Uni Vestureið er inspektørur, men í hesum døgum heldur hann frí. Tískil vendi blaðið sær til virkandi inspektørin, Suna Vinther, við spurninginum hjá Stein Olvi. Suni Vinther sigur, at løgreglan er so upptikin av øðrum málum, at tíð ikki hevur verið at tosað um tær framsettu skuldsetingarnar móti Bergleifi Brimvík.


? Eg kenni bert til skuldsetingarnar frá Sosialinum, sigur virkandi inspektørurin.


Løgreglan fær neyvan heldur gjørt nakað við ógvusligu skuldsetingarnar. Tað tykist sum løgreglan er sinnað at lata málið ganga teir vegir, ið tað sambært rættargangslógini, eigur at ganga. Sostatt verður tað lokalnevndin, sum eigur málið frá tí løtu tað verður latið henni upp í hendi. Nær kæran verður latin skrivaranum í lokalnevndini, er ikki greitt enn.