Fyrrverandi IT Factory- stjórin Stein Bagger, sum fekk sjey ára fongsul fyri svik, roynir seg longu aftur sum handilsmann. Børsen skrivar í dag, at Bagger, sum hevur sitið 18 mánaðir av dóminum, arbeiðir hjá fyritøkuni Dansk - Selfstorage.dk.
Stein Bagger brúkar kortini ikki sítt veruliga navn, nú hann er komin aftur í handilsumhvørvið. Ístaðin fyri brúkar hann navnið Steen Bech, men tá hann tosar við fólk í handilsørindum, nevnir hann seg Stein Bagger, skrivar Børsen.
Formliga er Stein Bagger í starvsvenjing hjá Dansk - Selfstorage.dk í sambandi við, at hann er í ferð við eina HD-útbúgving á CBS. Hetta hevur Kriminalforsorgin góðkent, skrivar Børsen.
Sambært dóminum í 2009 hevði Stein Bagger svikað fyri meiri enn 800 milliónir krónur.