Steffen tekur tað róligt

Steffen Stummann Hansen tekur nógva rokið um sína starvssetan púra róliga, og hann gleðir seg framvegis at koma til Føroya

STARVSSETAN

Nýggi landsantikvarurin, Steffen Stummann Hansen, upplivir ikki tað nógva rokið beinleiðis við fjarstøðuni til Keypmannahavnar, har hann arbeiðir og býr.
Seinastu vikuna hevur hetta málið meira enn nakað fingið ans í føroysku fjølmiðlunum.
Eftir ætlan byrjar Steffen Stummann Hansen í starvinum á Føroya Fornminnissavnið miðskeiðis í mars, og hann kemur til Føroya stutt áðrenn.
Steffen sigur, at hann hevur hoyrt um, at tað verður tosað um starvssetanina í Føroyum, men hann tekur tað róligt.
?Eg havi longu móttikið heilsanir frá fólki ymsastaðni úr Føroyum við ynskum og góðan byr. Eisini fólk uttanfyri Føroyar hava givið seg til kennar. So eg taki alt púra róliga.
Eg gleði meg nógv at byrja nýggja arbeiðið, og eg eri vísur í, at eg havi nakað at bjóða føroyingum, sigur Steffen Stummann Hansen-

Pr. telefon
Steffen Stummann Hansen fekk at vita um sítt nýggja starv umvegis eina telefonsamrøðu. Enn hevur hann einki formelt bræv fingið sendandi, men hann er vorðin kunnaður um setanin við einari telefonsamrøðu.
Hetta upplýsir Annlis Bjarkhamar fyri Sosialinum.
Símun V. Arge fekk eitt bræv frá landsstýrismanninum, har greitt varð frá, at annar umsøkari varð settur enn hann, tí hesin var betri kvalifiseraður enn virkandi landsantikvarurin.