Steffen Brandt: - Føroyingar eru djúpir

Um lítla løtu fer dagsins høvuðsnavn á Summarfestivalinum, TV-2, á pall á Vágsbøi. Portalurin hitti forsangaran, Steffen Brandt, til eina lítla samrøðu.

 

- Vit eru øgiliga spentir at fara á pall í kvøld, sigur Steffen, sum saman við seks øðrum á palli fer at royna at fylla allan Vágsbø við góðum, bleytum tónum.

 

- Tað eru 13 ár síðan, at vit vóru her seinast, so eg veit ikki heilt, hvussu nógv áhoyrarafjøldin kennir til okkara sangir, sigur hann. Ígjøgnum 31 ár hava TV-2 skrivað einar 250 sangir.

 

TV-2 vóru í Føroyum á fyrsta sinni í 1989.

 

- Eg minnist væl ta konsertina, tí hon var so øgiliga vill. Áðrenn, ímeðan og aftaná var tað ein ordans veitsla, sigur Steffen flennandi.

 

Í kvøld skulu teir spæla á Stóra palli í Klaksvík.

 

- Tit skulu vænta eina langa, men intensa konsert, har vit fara at geva okkum fult út. Hetta verður sanniliga eingin dempað útgáva av TV-2.

 

- Sangirnir fara at vera eitt sindur av øllum okkara fløgum, letur úr Steffen, sum saman við TV-2 hevur útgivið 20 fløgur og selt tilsamans 2,5 milliónir fløgur.

 

Steffen er ikki óvitandi um Føroyar, men er áhugaður í bæði føroyskum tónleiki, men eisini føroyskum skaldskapi.

 

- Eg lesi nógv, og havi eg lisið fleiri bøkur hjá William Heinesen. Eitt nú Glataðu Spælimenninir, sum var heilt einanstandandi, sigur Steffen, sum eisini hevur lisið Barbara eftir Jørgen Frants Jacobsen.

 

- Tað at lívið her er so nógv tengt at nattúruni, og at tað kann enda í morgin, ger føroyingar djúpar og gevur teimum eitt ávíst álvarsemi. Tað er áhugavert at vera her og uppliva nógv av tykkara náttúru og mentan, sigur Steffen, og sipar hann í seinna lagnum til túrin í Christianskirkjuni fyrr í dag, har tey fingu frágreiðingar um mongu skipsvanlukkurnar gjøgnum føroysku søguna.

 

TV-2 flúgva av landinum aftur í annaðkvøld.