Steffan: Mjølnir kom ov seint í gongd

(Rás2) Hoyr Steffan R. Olsen hjá Mjølnir taka samanum 0-3 tapið á heimavølli ímóti ÍF

ÍF er nýtt oddalið í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.

 

Tað er veruleiki aftaná 3-0 sigurin hjá ÍF ímóti Mjølnir í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.

 

Hóast 3-0 sigurin, so vóru fyrsta og serliga triðja sett sera jøvn og spennandi.

 

ÍF vann fyrsta settið 26-24, annað settið 25-16, og tað ótrúliga triðja og seinasta settið endaði 31-29 til ÍF.

 

ÍF hevur 24 stig og Mjølnir hevur 23 stig. Fleyr hevur 18 stig og SÍ hevur 7 stig.

 

Fleyr vann 3-2 á SÍ í Gundadalshøllini. Settmunurin har var 29-31, 25-21, 21-25, 25-22 og 15-11.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við Steffan R. Olsen hjá Mjølnir aftaná dystin.

 

Steffan R. Olsen er sera misnøgdur við annað sett, sum Mjølnir tapti greitt. Leikliga heldur hann, at Mjølnir var væl við í fyrsta og triðja setti, men serliga í triðja setti kom Mjølnir ov seint í gongd, og tá støðan var 7-2 til ÍF í triðja setti hevði Mjølnir longu brúkt báðar Time Out møguleikarnar.

 

Nú er setningurin hjá Mjølnir at halda Fleyr aftanfyri seg, og vinna seg í FM-finalurnar. 

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Bartal Eliasen hjá ÍF hoyrist HER

 

Avgerandi bólturin í øðrum setti og spennandi dystarendin, sum Óli G. Samuelsen segði frá, og viðmerkingarnar hjá Berit Norðoy Vilhelmsen kunnu hoyrast HER