Steffan: Hetta var fantastiskt (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu 19 ára gamli Steffan Løkin gjørdist sigursmálskjútti hjá NSÍ móti Skála, og hoyr hann seta orð á sigurin

##med2##

NSÍ er oddalið í Betrideildini takkað verið sigursmálinum 19 ára gamli, Steffan Løkin skoraði móti Skála við Løkin í Runavík í kvøld.

Steffan Løkin skoraði sigursmálið aftaná eitt megnar einmansavrik, har hann fekk bóltin framvið Bárði á Reynatrøð í málinum hjá Skála. Frammanundan málinum hevði Steffan havt tríggjar góðar málmøguleikar at leggja NSÍ á odda.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður Hildarson Hoydal segði frá sigursmálinum Steffan Løkin skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður Hildarson Hoydal gjørdi við Steffan Løkin: - Tað var fantastiskt, sigur Steffan um sigursmálið hjá sær. Hann var greiður yvir, at tá bæði Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen eru tøkir er tað ikki lætt at sleppa framat fatinum, men hann er glaður fyri møguleikan, fyri málið og fyri sigurin. Hann viðgongur tó, at hann brendi ov nógvar málmøguleikar í kvøld. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður Hildarson Hoydal gjørdi við Harald Reinert Højgaard hjá Skála. 

 

(NSÍ-Skála 1-0 (0-0) - Hoyr málið, og hoyr samrøðu við sigursmálskjúttan Steffan Løkin)