Steffan er skaddur

B68 hevur nýggjan mann í álopinum ímóti heimafavorittunum í Gundadali

Klokkan 15.45 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 verður roknað at vera favorittur ímóti B68, sum fýra tær seinastu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku.

 

Tá ið B36 síðsta leygardag vann 2-1 í Trongisvági, var Benjamin Heinesen ikki við. Skaði í lærkrikanum darvaði. Í dag er Benjamin Heinesen aftur á vongverjanum í høgru.

 

Hjá B68 er nýggjur maður í álopinum. Steffan A. Løkin, sum hevur verið sera væl upplagdur, er so mikið darvaður av skaða í lærkrikanum, at hann er ikki førur fyri at spæla. Nýggjur maður í álopinum er Fríði í Túni Petersen, sum í vikuni fylti 18 ár. Hann hevur í vikuni fingið boð um at vera við á U-19 landsliðnum. Einaferð áður – í 6-0 heimatapinum ímóti HB fyri knøppum tveimum mánaðum síðani – hevur hann verið millum teir fyrstu ellivu.

 

Tað endaði málleyst, tá ið B36 í triðja umfari hevði vitjan av B68, og í 13. umfari, sum var 13. juni, vann B36 3-1 á Svangaskarði.

 

  

 

B36 – B68 kl. 15.45

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Mathias Thrane, Magnus Holm Jacobsen – Sebastian Pingel, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson – Uros Stojanov

 

B68: Rói Mørk Hentze – Tonni J. Thomsen, Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Chris Jastrzembski – Jann Ingi Petersen, Bárður Ó. Jensen – Esmar P. Clementsen, Lukasz Cieslewicz, Andri Benjaminsen – Fríði í Túni Petersen