Stefan og liðfelagarnir ruku út úr steypakappingini

Sligo Rovers kann nú fokusera fult upp á kappingina í bestu írsku fótbóltsdeildini

Stefan Radosavljevic var við frá byrjan, tá hann og liðfelagarnir í Sligo Rovers spældu dyst á útivølli móti Drogheda í írsku steypakappingini

 

Drogheda vann dystin 2-1. 

 

Max Mata legði annars Sligo Rovers á odda við einum brotssparki beint undan steðginum.

 

Drogheda javnaði til 1-1 tá 12 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. 

 

Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini gekk púra galið hjá Sligo Rovers. Dómarin dømdi brotsspark til Drogheda, og tað bleiv rok um hetta. So nógv rok, at tveir liðfelagar hjá Stefani fingu reyða kortið.

 

Sligo Rovers kann nú fokusera fult upp á kappingina í bestu írsku fótbóltsdeildini, har teir eru nummar sjey við 29 stigum. 

 

Ólavsøkuaftan spælir Sligo Rovers aftur móti Drogheda á útivølli. Hesaferð er talan um ein dyst í bestu deildini.