Suðuroyingar gjørdu bart, og stovnaðu dartfelag, eftir at dart var ein av greinunum til Føroyaleikarnar í Suðuroynni herfyri.
Í gjár var stovnandi aðalfundur og fyrsta kappingin hjá felagnum hevur verið. Vinnari gjørdist Stefán Martin Petersen, skrivar Suðuroyar Dartfelag á sínum vanga á facebook.
Har verður eisini sagt, at nevndin nú fer at skipa seg og fáa til vega alla neyðuga útgerð.
Talan er um eina endurstovnan av felagnum. Á facebook vanganum hjá felagnum sæst, at felagið fyrstu ferð hevði stovnandi aðalfund 18/10 í 2013, men eftir øllum at døma datt hetta niðurfyri, men nú er felagið endurstovnað. Felagið heldur til í Hovgríms Barr í Hovi.
##med2##