TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi fyri Ràs2/in.fo, har hann prátaði við Stefan Radosavljovic hjá TB/FCS/Royn, ið saman við liðfeløgunum tapti 0-3 á Skála í dag.
Tvey tey seinastu málini komu seinastu 10 minuttirnar, og tað iðrar Stefan Radosavljovic seg um. Hann heldur, at meðan støðan var 1-0 til Skála hevði TB/FCS/Royn nóg mikið av málmøguleikum, ið áttu at havt givið úrtøku, men tað eydnaðist ikki.
Leikliga heldur Stefan Radosavljovic, at Suðringar mennast fyri hvønn dyst, og honum dámar væl spælistílin, har spælt verður við fleiri sendingum, heldur enn tað meira kontanta spælið Suðringar spældu farna kappingarár.
Skála – Suðringar 3-0 (1-0)
1-0: Brian Jakobsen 4.
2-0: Andri Benjaminsen 81.
3-0: Brian Jakobsen 86.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein hoyrist HER